Tey, sum verða rakt, ikki hoyrd um uppsøgnina

Tey, sum verða rakt, ikki hoyrd um uppsøgnina
Smápartafelagið Framherji í Fuglafirði er ikki hoyrt, nú Hoyvíkssáttmálin skal sigast upp, tí íslendskir pengar skulu úr fiskiflotanum í Føroyum
Framherji eigur millum annað nótaskipið Fagraberg.
 
14.12.2018 - 07:36

Smápartafelagið Framherji í Fuglafirði er ikki hoyrt, nú Hoyvíkssáttmálin skal sigast upp, tí íslendskir pengar skulu úr fiskiflotanum í Føroyum í seinasta lagi 1.januar í 2025. 

Samherji í Íslandi eigur í Framherja.

Tað undrar tí stjóran í Framherja, Anfinn Olsen, at felagið ikki er hoyrt, stendur í brævi til Uttanríkis- og Vinnumálaráðið.

Uppskot til samtyktar um at siga upp Hoyvíkssáttmálan nú á nýggjárinum kom í løgtingið í gjár.

Hoyringarfreistin var sera stutt, bara tveir dagar, og tað viðgongur Uttanríkis- og Vinnumálaráðið eisini.

Tað hevur verið trupult hjá hoyringarpørtunum at gera viðmerkingar um uppskotið, sigur ráðið. 

Mælir staðiliga frá

Vinnuhúsið mælir staðiliga frá at siga upp Hoyvíkssáttmálan, fyrr enn annar handilssáttmáli er klárur at seta ístaðin.

Ein sáttmáli, sum gevur føroyskum innflytarum og útflytarum eins góðar møguleikar sum Hoyvíkssáttmálin.
 
Reiðarafelagið vísir á, at landsstýrið eigur at meta um, hvussu fiskiveiðisamstarvið millum Føroyar og Ísland kann verða ávirkað, um Hoyvíkssáttmálin verður sagdur upp. 

Eisini vísir felagið á, at uppskotið kann fáa neiliga ávirkan á royndirnar hjá landsstýrinum at knýta tættari handilssamtarv við onnur lond. 

Aðalráðini í landsstýrinum, sum eru spurd, halda ikki, at tey fara at missa, um Hoyvíkssáttmálin verður sagdur upp.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585