Roykjandi mammur fáa lættari børn

Roykjandi mammur fáa lættari børn
Kvinnur, sum roykja, fáa børn, sum viga minni, tá tey verða fødd, enn børnini hjá kvinnum, sum ikki roykja
Nýføðingarnir viga minni í miðal, um mamman roykir.
 
15.12.2018 - 14:49

Kvinnur, sum roykja, fáa børn, sum viga minni, tá tey verða fødd, enn børnini hjá kvinnum, sum ikki roykja.

Hetta er staðfest eina ferð enn í ársfrágreiðingini hjá landslæknanum fyri 2017.

78 barnakonur, sum áttu í 2017, søgdu, at tær royktu, tá tær vóru til fyrstu barnakonukanningina.

Miðalburðarvektin hjá børnum, har mamman roykti, var 3440 gramm. 

Hjá teimum, sum ikki royktu, var miðalburðarvektin 3698 gramm, 258 gramm meira.

Í 2016 vóru tølini ávikavist 3560 gramm og 3732 gramm. Í 2016 var munurin tí 172 gramm. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652