Fleiri føroyingar fáa klamydia

Fleiri føroyingar fáa klamydia
Talið av positivum royndum fyri kynssjúkuna klamydia var tað hægsta í fjør síðani ár 2000. Tað sæst í frágreiðingini hjá landslæknanum fyri 2017.
 
16.12.2018 - 19:04

Talið av positivum royndum fyri kynssjúkuni klamydia var tað hægsta í fjør síðani ár 2000. Tað sæst í frágreiðingini hjá landslæknanum fyri 2017.

Eisini talið av kanningum fyri klamydia var tað hægsta í fjør síðani ár 2000. 

1651 fólk vóru kannaði fyri klamydia í fjør, og 261 fingu staðfest sjúkuna. 

Bæði talið av kanningum fyri klamydia og av positivum royndum hevur svingað nógv síðani ár 2000. Eitt nú vóru 1354 fólk kannaði í 2016, og av teimum høvdu 156 klamydia. Tað vil siga at talið av staðfestum tilburðum vaks við 105 fólkum frá 2016-2017.

Næsthægsta talið av klamydiakanningum og positivum royndum av klamydia var í 2009. Tá vóru 1556 kannaði og 220 høvdu sjúkuna. 

Landslæknin fer at kunna um sjúkuna

Í 2009 sendi landslæknin eitt tíðindabræv út til fjølmiðlarnar, har kunnað var um sjúkuna, viðgerð og fyribyrging. 

Og tað gevur landslæknin eisini ætlanir um at gera í næstum, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni í stuttari viðmerking. "Tað er órógvandi at talið av kamydiatilburðum vaksur, og tí er neyðugt aftur at upplýsa um fyribyrging og viðgerð", sigur landslæknin. 

Klamydia smittar gjøgnum kynsliga samlegu. Tað eru ikki øll, sum eru smittað, sum merkja nakað til sjúkuna, men sjúkueyðkenni eru sviði, pína, ørðvísi útflot ella bløðing úr kynsgøgnunum. Klamydia kann viðgerðast við antibiotika. 

Verður sjúkan ikki viðgjørd, kann hon menna seg til eina infektión í kokuni, og kann hetta hava við sær, at persónurin hevur torførari við at fáa børn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819