Her skulu hundraðtals hús og íbúðir rívast niður

Her skulu hundraðtals hús og íbúðir rívast niður
Býráðið í Longyearbýnum á Svalbard samtykti fyrr í vikuni, at tilsamans 142 bústaðir skulu rívast niður til tess at tryggja fólk móti skalvalopi
Longyearbýurin á Svalbard skal tryggjast betri móti skalvalopum. 142 hús og íbúðir skulu tí rívast niður
Mynd: NRK  
 
16.12.2018 - 13:46

Í staðin verða nýggir bústaðir bygdar aðrastaðni, har tað er trygt at búgva, og átøk skulu setast í verk til tess at fyribyrgja skaðum frá skalvalopi.

Fólkini, sum í løtuni búgva í vandaøkjunum í Longyearbýnum, mugu tískil flyta út úr húsi og heimi. Prísurin er mettur til 553 milliónir norskar krónur.

Politikarnir hava í samráð við myndugleikarnar arbeitt við at fáa í lag eina haldbæra loysn fyri íbúgvarnar í Longyearbýnum á Svaldard.

Vandin størri enn hildið

Í mars vísti ein frágreiðing hjá myndugleikunum, at vandin, við at búgva í útsettu økjunum, er nógv størri enn higartil hevur verið hildið.

Íbúgvarnir í útsettu økjunum hava fleiri ferðir tey síðstu árini verið noyddir at rýma frá húsum, tí støðugur vandi hevur verið fyri skalvalopum í býnum.

Tað er ikki meira enn ein vika síðan, at fólk í Longyearbýnum á Svalbard máttu flytast burtur, tí vandi aftur var fyri skalvalopum, har lív hjá fólki var í vanda.

Tað almenna betalir mesta partin

- Umleið 10 prosent av íbúgvunum í býnum mugu hvørt ár rýma frá húsum fleiri ferðir. Tí er tað umráðandi, at ein loysn fæst á hesum, sigur borgarstjórin, Arild Olsen, við NRK.

Tað verður í høvuðsheitinum tað almenna, ið fer at bera kostnaðin av, at fólk í tilsamans 142 húsum og íbúðum mugu fáa okkurt nýtt at búgva í.

Í 2015 lótu tvey fólk lív í skalvalopi í Longyearbýnum, og í desember í fjør máttu myndugleikarnir flyta 200 fólk burtur, tí vandi var fyri skalvalopum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964