Altjóða fyritøkur boykotta Huawei

Altjóða fyritøkur boykotta Huawei
Fleiri og fleiri marknaðir lata nú aftur fyri vørum hjá kinesisku tøknifyritøkuni Huawei.
 
17.12.2018 - 12:23

Telefonrisin Orange hevur sagt, at tað kemur ikki upp á tal at brúka Huawei útgerð í Fraklandi, og Týska felagið Deutche Telekom sigur seg hyggja nærri at sínum innkeypi frá Huawei.

Huawei selur snildtelefonir og aðra samskiftistøkni-útgerð, men í fleiri londum hava myndugleikar fingið mistanka um, at Huawei-útgerð kann ganga út yvir KT-trygdina.

Fyri stuttum var fíggjarstjórin í Huawei, Meng Wanzhou, handtikin í Kanada. Eitt rættarmál skal nú gera av, um hon skal útflýggjast til USA. Amerikanskir ákærar vilja vera við, at hon hevur hjálpt Huawei at snúgva sær um sanktiónir móti Iran.

Yvirhøvur hevur Huawei onga atgongd til amerikanska marknaðin longur, tí myndugleikar halda fyritøkuna arbeiða fyri kinesisku stjórnina.

Fyritøkan avsannar hetta og sigur, at talan er um eina óhefta fyritøku, sum bara verður stýrd av sínum partaeigarum.

Fregnar- og trygdartænastur ræðast serliga, at Huawei fær eina ov stóra ávirkan í 5G-netum, sum fer at mynda internetið í framtíðini.

New Zealand og Australia hava bannað nýtslu av Huawei-útgerð til teirra 5G net.

Føroya Tele er millum tær mongu telefyritøkurnar í heiminum, sum brúka Huawei-útgerð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851