May móti fólkaatkvøðu

May móti fólkaatkvøðu
Fleiri ráðharrar vilja hava nýggja fólkaatkvøðu, men forsætisráðharrin, Theresa May, er ímóti eini nýggjari fólkaatkvøðu.
 
17.12.2018 - 09:33

Møguleikin fyri nýggjari fólkaatkvøðu um Brexit fyllir nógv í orðaskiftinum í Bretlandi í løtuni.

Fleiri ráðharrar vilja hava nýggja fólkaatkvøðu, og tað gera fyrrverandi forsætisráðharrarnir, John Major og Tony Blair, eisini.

Men Theresa May, forsætisráðharri, er ímóti eini nýggjari fólkaatkvøðu, tí hon fer at fremmandagera bretska fólkið og oyðileggja álitið á politisku skipanina, sigur hon.

Í síðstu viku avlýsti Theresa May eina atkvøðu í undirhúsinum um avtaluna, sum hon hevur gjørt við ES, tí hon ikki væntaði, at hon fór at verða samtykt.

Tony Blair hevur sagt, at hann virðir miðvísu royndirnar hjá May at fáa eina avtalu, men at tá ið so nógv tingfólk eru ímóti, er eingin meining í at halda fram við at "grava". sum hann málber seg.

Eftir at hava samráðst í 30 mánaðar og við ruðulleika í stjórnini, so er ráðiligast at lata fólkið taka avgerð, sigur Tony Blair.

Men hesum mælir Theresa May staðiliga frá:

"So siga vit við tey, sum atkvøddu fyri seinastu fólkaatkvøðu, at okkara fólkaræði ikki riggar. Ein nýggj atkvøða hjálpir ikki, og hon fer bara at elva til meira tvídrátt í samfelagnum, júst tá ið vit eiga at arbeiða fyri at semjast" sigur Theresa May.

Hon leggur afturat, at Tony Blair undirgravar embætið, sum hann plagdi at sita í, við at mæla til nýggja fólkaatkvøðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Mikudag 17. apríl
Morgunlestur mikudagur 17. apríl 2024
173394
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691