Fíggjarlógin bíðar til í dag

18.12.2018 - 07:26
AktueltPolitikkur
Fíggjarlógin bíðar til í dag
Løgtingið hevði ikki stundir at viðgera fíggjarlógaruppskotið á annars drúgva tingfundinum í gjár
 

Løgtingið hevði ikki stundir at viðgera fíggjarlógaruppskotið á annars drúgva tingfundinum, sum endaði um ellivu tíðina í gjárkvøldið. 2. viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum er tí sett á dagsskránna fyri tingfundin, sum byrjar klokkan 10 fyrrapartin.

Fyrst skal løgtingið avgreiða tvey mál, sum koma til 3.viðgerð. Talan er um at broyta lógina um viðbót til ávísar pensjónistar, og at leingja verandi lóg um veiðigjald, har ávíst kilogjald verður lagt á makrel, norðhavssild og svartkjaft, eisini næsta ár. Tað uppskotið varð samtykt við 22 atkvøðum fyri og 10 ímóti á tíngfundinum í gjárkvøldið.


Fyrr í gjár samtykti løgtingið at geva landsstýrismanninum í vinnumálum heimild at einskilja Posta. Breiður meiriluti av løgtinginum tók undir við broytingaruppskotinum hjá samgongulimunum í Vinnunevndini, sum mæltu til at seta í einskiljingar-lógina, at veitingarskyldan hjá Posta skal halda fram í "í minsta lagi 10 ár". Upprunauppskotið segði bara "í 10 ár". Eisini varð mælt til at seta beinleiðis í lógartekstin, at allir post-søguligir lutir og øll listarverk hjá Posta skulu framhaldandi vera verandi hjá landinum og latast ávíkavist Søvnum Landsins og Listasavninum. Við hesum broytingum atkvøddu 28 tingfólk fyri at einskilja Posta, tvær atkvøður vóru ímóti og ein atkvøða blonk. Málið um at einskilja Posta skal til 3. viðgerð, áðrenn tað er endaliga avgreitt úr tinginum.

Uppskotið um at áseta fiskidagar fyri næsta ár var til 1. viðgerð í gjár og liggur nú í vinnunevndini. Enn er 2. viðgerð av hesum tingmáli ikki sett á dagsskrá, men fiskidagarnir skulu so samtykkjast fyri nýggjár, tá teir koma í gildi. Annars verða eingi fiskiloyvi útskrivað. Uppskotið til samtyktar um at geva landsstýrismanninum í uttanríkismálum heimild at siga upp Hoyvíkssáttmálan var somuleiðis til 1. viðgerð í gjárkvøldið. Tað málið liggur nú í uttanlandsnevndini.

 

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. oktober
Við Tórði á túri á Morskranesi
100115
Mánadag 21. oktober
Norðurljóð 21. oktober 2019
99387
Sunnudag 20. oktober
Meg minnist: Egil Hoydal (1:2)
99927
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. oktober
3-2
100128
Sunnudag 20. oktober
Andakt við Heðini Lamhauge
100075
Sunnudag 20. oktober
Heystguðstænasta í Eiðis kirkju
100076
Hósdag 17. oktober
Flaggsigling 2019 1:2
100020
Mánadag 14. oktober
3-2
99875