Fólk í Fuglafirði skulu halda seg innandura

Fólk í Fuglafirði skulu halda seg innandura
Løgreglan biður fólk í Fuglafirði um at halda seg innandura til klokkan 16, tí stórar plátur eru rivnar í nógva vindinum
 
18.12.2018 - 14:32

Fólk í Fuglafirði skulu halda seg innandura, sigur løgreglan. 

Plátur á einum bygningi eru rivnar. Talan er um stórar plátur, sum fúka í nógva vindinum.

Løgreglan skrivar á Facebook eina ávaring til borgarnar í Fuglafirði:

Fleiri 8 metrar langar plátur er rivnar av virkinum hjá Vónini í Fuglafirði, og hesar fúka runt í tí nógva vindinum. 

Tí verður heitt á borgarnar í Fuglafirði um at halda seg innandura fram til kl. 16.00.

Sløkkiliðið í Fuglafirði er á staðnum og metir átaksleiðarin, at støðan í løtuni er sera vandamikil, sigur løgreglan á facebook.

Meira er at frætta í tíðundum klokkan 15.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964