Rodmund keypir Havnar Timburhandil

Rodmund keypir Havnar Timburhandil
Heini Fosaa selir fyritøkuna, hann hevur verið stjóri fyri í 26 ár og átt í 13 ár
 
18.12.2018 - 07:37

Borg vil vera ein heildarveitari til alt innan byggivinnuna í Føroyum, til bæði privat og vinnulig viðskiftafólk. Tað stendur í felags tíðindaskrivi frá familjufyritøkunum Havnar Timburhandil og Borg, sum nú gerast ein og sama fyritøka.

Borg er samanrenning av fyrtøkum í Eysturoy og Norðoyggjum. sum vinnulívsmaðurin, fyrrverandi borgarstjórin og løgtingsmaðurin Rodmund Nielsen eigur og er stjóri fyri. 

Havnar Timburhandil lat upp í 1928, og Heini Fosaa hevur verið stjóri í fyritøkuni í 26 ár og átt hana í 13 ár. 

Yvirtøkan fór fram 1. desember og er send Kappingareftirlitinum til góðkenningar. Partarnir vilja ikki upplýsa keypsprísin.

P/F Borg hevði 7,3 milliónir krónur í yvirskoti í fjør, og árið var tað besta í søgu felagsins.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585