Nethandilin ger afturlatingarlógina óneyðuga

Nethandilin ger afturlatingarlógina óneyðuga
Arbeiðsgevarafelagið heldur, at allir handlar eiga at sleppa at hava opið sunnudagar, ikki bara matvøruhandlar
Ikki bara matvøruhandlar skulu sleppa at hava opið sunnudagar, heldur Arbeiðsgevarafelagið.
 
19.12.2018 - 08:05

Nethandilin ger, at brúk er ikki fyri afturlatingarlógini ­longur.

Og skal hon broytast­, eiga allir handlar at sleppa at hava opið sunnudagar, ikki bara matvøruhandlar.­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­

Tað heldur Føroya arbeiðsgevarafelag.

Felagið sigur, at uppskotna broytingin í lógini, sum felagið hevur fingið til hoyringar, skal eftir ætlan heimila øllum teimum handlum, sum fyri ein meginpart selja gerandisvørur, eisini at hava opið sunnudagar. 

Allir handlar og allar vørur

Men hendan broyting eigur at umfata allar handlar og vørur, heldur Arbeiðsgevarafelagið.

Nethandlar eru opnir alt samdøgrið og kappast við handilsvinnuna, sum selja annað enn matvørur.

Tí er enn meira átrokandi hjá hesum parti í handilsvinnuni at kunnu bjóða seg fram hvønn dag.

Um uppskotið um lógarbroyting ikki verður rættað til soleiðis, at broytingin fevnir um alla vinnu, so heldur Arbeiðsgevarafelagið eins og Handilsvinnufelagið, at afturlatingarlógin skal ikki broytast.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584