Bústaðir kunnu læna 250 milliónir at byggja fyri

bannari
Bústaðir kunnu læna 250 milliónir at byggja fyri
Uppskot sent til hoyringar um lógarbroyting í lógini um Húsalánsgrunnin, so Bústaðir fáa heimild at útskriva lánsbrøv og útvega lutaíbúðir
Bústaðir sleppa nú at læna 250 mió. kr. afturat at byggja, .
 
20.12.2018 - 08:13

Bústaðir skulu sleppa at læna 250 mió. kr. at byggja fyri. 

Landsstýrið hevur sent til hoyringar uppskot um lógarbroyting í lógini um Húsalánsgrunnin, so Bústaðir fáa heimild at útskriva lánsbrøv og útvega lutaíbúðir. 

Endamálið við uppskotinum er at loyva Bústøðum at útskriva lánsbrøv við trygd í føstum ognum hjá Bústøðum fyri at fíggja  nýggjar leiguíbúðir.

250 mió. kr. fíggja 200 leiguíbúðir afturat teimum íbúðum, sum Bústaðir longu eru í gongd við. 

Føroysk lánsbrøv

Landsstýrið sigur, at í Føroyum hava verið avmarkaðir møguleikar at seta føroyska uppsparing í føroysk lánsbrøv. 

Hetta lógaruppskotið letur upp fyri tí møguleikanum.

Harafturat verður gjørt greitt í lógaruppskotinum, at Bústaðir kunnu útvega lutaíbúðir til lutaíbúðafeløg.

Lógaruppskotið er partur av bústaðapakkanum hjá landsstýrinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819