Flóðalda tók bólk av pallinum

Flóðalda tók bólk av pallinum
Indonesiski tónleikabólkurin, Seventeen, spældi á strondini í Tanjung Lesung, tá ógvisliga flóðaldan breyt á land
Niðanfyri sæst videobrot, tá flóðaldan skolar inn yvir pallin, sum indonesiski bólkurin, Seventeen, framførdi á
 
23.12.2018 - 11:12

Ein ógvislig flóðalda rakti í gjár uttan ávaring fleiri strandarbýir í Indonesia. Talið av deyðum er nú komið upp á 222 fólk, og enn fleiri hundrað eru særd. 

Millum raktu økini er væl umtókta Tanjung Lesung strondin í Java, har ein indonesiskur tónleikabólkur framførdi, tá flóðaldan breyt á land um hálvgum tíggju tíðina - lokala tíð. 

Konsertáhoyrarar hava lagt videobrot frá konsertini á netið, har tað sæst, hvussu pallurin rapar saman, tá flóðaldan skolar inn yvir strondina og pallin. Síðani verða myndirnar svartar. Al Jazeera hevur gjørt hendan samandráttin: 

(Vit skulu ávara um ógvisligar myndir í videobrotinum)

Sangarin í bólkinum, sum kallast Seventeen, hevur lagt eitt videobrot á sosiala miðilin Instagram, har hann boðar frá, at bassisturin og umboðsstjórin hjá bólkinum eru deyðir. Tríggir aðrir limir eru horvnir, og tað er konan hjá sangarinum eisini. 

Flóðaldan orsakað av eldgos og skriðulopum

Indonesiskir myndugleikar halda orsøkina til flóðalduna vera eldgos úr gosfjallinum Krakatoa, sum liggur á oynni Anak Krakatoa í Sundastrætinum millum tær báðar oyggjarnar, Java og Sumatra. 

Eldgosið hevði við sær, at fleiri skriðulop hendu undir vatnskorpuni, sum so elvdu til ógvisligu flóðalduna. 

Tanjun Lesung liggur vestanfyri á oynni Java, og umráðið er eitt av mongu væl umtóktu strandarferðamannastøðunum í Indonesia.

NRK skrivar, at flóðaldan hevur kravt 222 mannalív, 843 fólk eru særd, meðan fleiri enn 30 fólk ikki eru komin aftur í aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010