Herða kriminallógina í Grønlandi

Herða kriminallógina í Grønlandi
Ráðið fyri grønlendska rættarverkið mælir til, at grønlendska kriminal-lógin verður dagførd í tráð við danskar herðingar
 
25.12.2018 - 16:54

Kriminal-lógin í Grønlandi verður nú dagførd á fleiri økjum innan kynslig brotsverk. Tað er greitt, eftir at fólkatingið undir 1.viðgerð í síðsu viku tók undir við uppskoti frá danska løgmálaráðharranum, Søren Pape Poulsen. - Danska kriminal-lógin er dagførd á hesum øki í 2009 og 2013. 

Ráðið fyri grønlendska rættarverkið mælir til, at grønlendska kriminal-lógin verður dagførd í tráð við danskar herðingar, og landstingið og landsstýrið taka undir við hesum.

Herðingarnar í grønlendsku lóggávuni snúgva seg m.a. um 

- siðamisbrot móti børnum, sum eru ættleidd, 

- at kynslig brotsverk innan hjúnarlag skulu dømast á sama hátt sum kynslig brotsverk uttanfyri hjúnarlag.

- at kynslig brotsverk móti børnum yngri enn 12 ár verða pr. definitión dømd sum neyðtøka. 

- barnaporno verður kriminaliserað, eisini tá hugt verður eftir tí á internetinum. Sambært verðandi grønlendskari lóggávu er tað fyrst revsivert, tá tú hevur slíkt tilfar liggjandi á telduni hjá tær.

- at tað verður ólógligt at tiltuska sær kynsiliga samveru við at gera sær dælt av einum persóni, sum er sálarliga sjúkur ella menningartarnaður,

- og tað verður dømt sum neyðtøka, um tú tiltuskar tær kynsliga samveru við ein persón, sum ikki er førur fyri at verja seg.

Lógaruppskotið er beint í grønlands-nevndina í Fólkatinginum til viðgerðar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964