Uppskot um Fámjinstunnil enn í fíggjarnevndini

Uppskot um Fámjinstunnil enn í fíggjarnevndini
Løgtingsformaðurin hevur góðkent, at freistin at leggja fram álit verður longd til 10. januar.
 
26.12.2018 - 17:32

Hóast tað er avgjørt, at tunnilstoymið hjá Landsverki skal gera Dalstunnilin fyrst, liggur eitt uppskot um Fámjinstunnilin framvegis í tinginum. 

Millum teirra, sum hava lagt uppskotið fram, er Kristin Michelsen í Javnaðarflokkinum, sum er í samgongu. 

Hinir uppskotssetararnir eru Jenis av Rana, Bill Justinussen, Jacob Vestergaard, Kári P. Højgaard, Magni Laksáfoss og Kaj Leo Holm Johannesen.

Uppskotið fekk fyrstu viðgerð 7. november. Tað varð beint í fíggjarnevndina, og har hevur málið ligið síðani.

Longd freist

10. desember bað fíggjarnevndin løgtingsformannin um at leingja freistina at leggja fram álit í málinum, til 10. januar, og tað hevur Páll á Reynatúgvu góðkent.

Sambært uppskotinum skal tunnilstoymið gera Fámjinstunnilin, sum verður 1,2 kilometrar, og vegirnar Ørðavíkarmegin og Fámjinsmegin. 

Verkætlanin verður mett at kosta 60 milliónir kr. 

Skotið varð upp at seta 15 milliónir krónur av í ár og 45 milliónir í 2019. 

Heðin Mortensen, sum nú er landsstýrismaður í samferðslumálum, var fyrr í ár við til at leggja fram uppskot um at bjóða Fámjinstunnilin út saman við Hvalbiartunlinum.

Men tað verður av ongum, segði Heðin Mortensen, tá hann tók við sum landsstýrismaður 20. november. 

Nú er semja gjørd í samgonguni um at raðfesta Dalstunnilin fyrst.

Hvalbiartunnilin boðin út

Arbeiðið at gera Hvalbiartunnilin við tilhoyrandi vegum er nú boðið út millum tey trý byggifeløgini, sum eru undangóðkend at bjóða.

Tey eru J&K Petersen, NCC og samtakið Articon/LNS.

Tilboðini skulu vera Lansdsverki í hendi í seinasta lagi 25. januar.

Sambært verklagslógini kunnu byggiútreiðslurnar verða í mesta lagi 272 milliónir kr. 

Eftir ætlan skal farast undir Hvalbiartunnilin í februar, og hann skal verða liðugur í 2021. 

Tá Hvalbiartunnilin er liðugt boraður, verður farið at bora tunlarnar Norður um Fjall. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585