Heimsins børn ganga í skúla

Heimsins børn ganga í skúla
Tøl frá Heimsbankanum vísa, at 88 prosent av heimsins gentum og 90 prosent av heimsins dreingjum ganga í grundskúla.
 
28.12.2018 - 10:18

88 prosent av heimsins gentum og 90 prosent av heimsins dreingjum ganga nú í grundskúla. Tað vísa tøl frá Heimsbankanum, sum heimasíðan Verdens Bedste Nyheder endurgevur.

Hóast genturnar fyrstu árini eru tvey prosent færri í tali, so eru tær fleiri á hægri lærustovnum. 2002 var fyrsta árið, har fleiri kvinnur enn menn fingu pláss til víðari lestur.

Í dag byrja 112 kvinnur á hægri lærustovni fyri hvørjar 100 menn, vísa tølini frá Heimsbankanum.

Tó er sera stórur munur millum heimsins lond. Tildømis verða bara í miðal sindur meira enn sjey prosent av kvinnunum og 10 prosent av monnunum innskrivað til víðari lestur í londunum sunnan fyri Sahara í Afrika.

Eisini kann stórur munur vera innanhýsis í einstøku londunum.

Í Nigeria duga tildømis bara 4 prosent av fátæku ungu kvinnunum í norðurvestur-Nigeria at lesa og skriva, meðan heili 99 prosent av teimum ríku kvinnunum duga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585