Ivamál um Rumenia er ført fyri at stjórna ES

Ivamál um Rumenia er ført fyri at stjórna ES
Jean-Claude Juncker, nevndarformaður í ES, sigur seg ivast, tí innlendis stríð og politiskur ófriður er í Rumenia.
Jean-Claude Juncker
Mynd: savnsmynd  
 
30.12.2018 - 10:51


Formaðurin í ES nevndini ivast í, um Rumenia er ført fyri at yvirtaka formansskapin í ES á nýggjárinum.

Stýrisskipanin ásetir, at limalondini skiftast um formansskapin, og komandi hálvárið er tað Rumenia, ið skal stjórna ES. Men Jean-Claude Juncker ivast, um landið skal hava formansskapin.

- Tøkniliga er Rumenia til reiðar, men eg haldi ikki, at stjórnin í Bukarest hevur skilt til fulnar, hvat tað merkir at hava formansskapin í ES, sigur Jean-Claude Juncker við týska blaðið "Welt am Sontag”.

- Í samráðingum, sum formansskapurin stendur á odda fyri, er neyðugt at vera til reiðar at lurta eftir øðrum og hava vilja til at seta síni egnu ynski til viks. Og tað ivist eg í, um Rumenia megnar, sigur Jean-Claude Juncker.

Hann vísir á, at nógv innlendis stríð og politiskur ófriður er í Rumenia.

Vanliga er tað so, at forsetin er leiðari landsins, og forsætisráðharrin er leiðari fyri landsins stjórn, men soleiðis er støðan ikki í Rumenia, sum er.

Sterkur maður handan leiktjøldini

Í staðin er tað formaðurin í sosialdemokratiska flokkinum, Liviu Dragnea, ið handan leiktjøldini stýrir tí, sum stjórnin og leiðari hennara, Viorica Dancila, forsætisráðharri, gera.

Liviu Dragnea kann ikki sjálvur sita í forsætisráðharrasessinum, tí í 2016 var hann dømdur hálvt fjórða ára fongsul fyri valsvik og onnur brotsverk í embæti sínum. Haraftrat situr Liviu Dragnea illa um sátt við Klaus Johannis, forseta.

Og tað var júst forsetin, sum í november mánað bart út segði, at Rumenia IKKI er til reiðar at yvirtaka formansskapin í ES.

Tað fekk Liviu Dragnea at biðja floksfelagar sínar kanna, hvussu forsetin kann setast fyri ein dómstól og dømast fyri landasvik.

Jean-Claude Juncker sigur við "Welt am Sontag” at politiska støðan ger, at onnur lond hava ilt við at síggja Rumenia sum eina eind.

- Neyðugt er, at landið heima stendur stjórnarliga sterkt fyri at kunna savna Europa undir sínum formansskapi, sigur formaðurin í ES-nevndini við týska blaðið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652