Samráðingar betri enn Fasti gerðarrætturin

bannari
31.12.2018 - 13:49
AktueltVinna
Samráðingar betri enn Fasti gerðarrætturin
Vandi er fyri, at úrskurðurin frá 2013 verður endurtikin, sigur formaðurin í Skipara- og navigtørfelagnum
Manningarnar halda ikki, at tær skulu rinda fyri rættindi, sum reiðarar keypa á uppboðssølu.
 

Samráðingar eru helst betri enn Fasti garðarrætturin.

Tað ásannar Skipara- og navigatørfelagið, eftir at hava tosað við ráðgevararnar hjá feløgunum, sum hava fólk á fiskiskipum.

Formaðurin í Skipara- og navigatørfelagnum, Annfinnur Garðalíð, segði í frágreiðing sínari á aðalfundi felagsins herfyri, at ráðgevingin hjá manningafeløgum mælir til, at tað besta er, at feløgini og reiðararnir samráðast um hetta málið.

Tí um Fasti gerðarrætturin brúkar dómin frá 2013 sum fyrimynd, eru manningarnar dømdar at rinda. 

Annfinnur Garðalíð segði, at í nógvum førum hevur tað lønt seg heldur at samráðast um trætumál enn at royna tey í rættinum. 

Uppboðssølan

Trætumálið, sum er frammi nú, er, um manningarnar skulu gjalda fyri rættindi, sum reiðarin keypir á uppboðssølu, tað er, um kvotukeyp er loyvdur frádráttur, um manningarnar skulu rinda part av tí, sum keyp á uppboðssølu kostar.

Tað halda manningarfeløgini ikki og kærdu hálvan juli til Fasta gerðarrættin. Har liggur málið. Reiðarafelagið svaraði gerðarrættinum 18.oktober. 

Fasti gerðarrættur gav í 2013 reiðarunum viðhald. Men tá var tonsatalið nógv minni enn nú, og onnur lóggáva var galdandi tá.

Fasti gerðarrættur vísti tá eisini til sáttmálan hjá manningarfeløgum.

Manningarfeløgini hava sagt upp sáttmálarnar við Reiðarafelagið. Teir fara úr gildi 1.apríl næsta ár.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. mai
Tá Skagerak sakk
94025
Leygardag 25. mai
Also: At velja kyn er óetiskt!
94891
Leygardag 25. mai
Morgunlestur leygardagur 25. mai 2019
94657
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. mai
Sí stroymingina: Borgin - Tjóðveldi
94874
Fríggjadag 24. mai
Andglettur - Sambandsflokkurin
94873
Hósdag 23. mai
Andglettur: Framsókn
94822