1,28 milliónir til úrvalsítróttafólk

1,28 milliónir til úrvalsítróttafólk
Úrval hevur í dag latið stuðul til føroysk úrvalsítróttarfólk
Signhild Joensen, sum í desember luttók í heimsmeistarakapping í Kina, fekk 189.000 kr í stuðli.
 
04.01.2019 - 16:00

Í dag bleiv stuðul latin til føroysk ítróttafólk.

Svimjarar fáa mest stuðul. Tilsamans góðar 725.753 kr. av 1.284.753 kr. eru latnar svimjarum.

Hinir pengarnir fara til íðkarar innan fimleik, súkkling, triathlon og frælsan ítrótt. 

Hesi verða stuðlað:

Astrið Nanly Breckmann Bólkur 3 Fimleikur 50.000 kr.
Rebekka Ingadóttir Rein Bólkur 3 Fimleikur 50.000 kr.
Kastarakvinnur Bólkur 3 Frælsur ítróttur 50.000 kr.
Tórur Mortensen Bólkur 2 Frælsur ítróttur  136.000 kr.
15 úrvalssvimjarar Bólkur 3 Svimjing 50.000 kr.
Óli Mortensen Bólkur 2 Svimjing 163.367 kr.
Signhild D. Joensen Bólkur 2 Svimjing 189.000 kr.
Alvi Hjelm Bólkur 2 Svimjing 140.386 kr.
Vár E. Eidesgaard Bólkur 2 Svimjing 124.000 kr.
Rókur Trygvason Bólkur 2 Svimjing 59.000 kr
Torkil Weyhe Bólkur 2 Súkkling 117.000 kr.
Hávard Vatnhamar Bólkur 2 Triathlon 156.000 kr.

Krøv:

Stuðulin, ið verður latin, kann verða nýttur til kappingar, venjingarlegur og fysioterapeut.

Stuðulin kann eisini nýtast til annað virksemi hjá ítróttarfólkinum, sum serbambandið ikki vanliga luttekur í.

Stuðul veittur frá Úrvali, sum avvarandi sersamband nýtir til samsýningar, skulu verða goldnar sambært galdandi skattalóggávu.

Tríbýtt stuðulsskipan

Stuðulin hesaferð var latin í bólki eitt og bólki tvey. Eingin umsøkjari leyk krøvini til bólk eitt.

Bólkur 1

Ítróttafólk ella lið, sum hava rokkið topp 10 við seinastu EM, HM ella OL-kapping.
Úrval stuðlar 1. bólki fíggjarliga.

Bólkur 2

Ítróttafólk ella lið sum hava rokkið ella kunnu røkka topp 5 í NM ella 3 í NJM, ella í samsvarandi kapping í styrki.
Úrval stuðlar 2. bólki fíggjarliga.

Bólkur 3

Unga ítróttafólkið skal hava víst evni og ágrýtni at megna at uppfylla langtíðarmál í síni ítróttagrein.

At hava ágrýtni og megna at uppfylla langtíðarmál merkir, at ítróttafólkið venur miðvíst og kappast regluliga á høgum stigi.

Langtíðarmál merkir, at ítróttafólkið hevur sett sær neyðuga høg mál minst tvey ár fram.

Unga ítróttafólkið skal kunna vísa á avrikað úrslit á høgum stigi.

Úrval stuðlar 3. bólki við ráðgeving, ráðstevnum o.ø. stimbrandi tiltøkum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010