Fyribils fíggjarlóg góðkend

Fyribils fíggjarlóg góðkend
Umboðsmannatingið samtykti fyribils fíggjarætlanina í nátt, 239 atkvøddu fyri og 192 atkvøddu ímóti.
 
04.01.2019 - 09:37

Fyribils fíggjarætlanin í USA kann nú virka til 8. februar. Men forsetin fekk ikki pengar til ætlaða múrin til Mexico.

Umboðsmannatingið samtykti fyribils fíggjarætlanina í nátt, 239 atkvøddu fyri og 192 atkvøddu ímóti.

Í uppskotinum er kortini ein játtan uppá 1,3 milliardir dollarar til hegn ímillum USA og Mexico og 300 milliónir dollarar til aðra útgerð, sum upptøkutól og annað.

Ein annar partur av fyribils fíggjarætlanini er um játtan til fleiri ráð. Tann játtanin verður galdandi til 1. september, tá fíggjarárið endar.

Samtyktin hevur við sær, at USA aftur kann virka sum vant, eftir at lítið virksemi hevur verið í almenna sektorinum seinastu tvær vikurnar.

Roknað verður kortini við, at Donald Trump, forseti, fer at nýta vetorættin ímóti uppskotinum, eins og hann hevur gjørt fyrr.

Hann hevur boðað frá, at hann fer at nokta at skriva undir, so leingi sum eingir pengar verða játtaðir til ætlaða múrin til Mexico.

Donald Trump, forseti, hevur sett sær fyri at forða fremmandum at koma til USA, men demokratarnir hava boðað frá, at teir ikki vilja nýta milliardir av dollarum til tað.

Uppskotið skal bæði avgreiðast í senatinum og av forsetanum, áðrenn tað kemur í gildi, og tað verður mett sum ivasamt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887