Kommuna av at vita frá Løgtingsins umboðsmanni

Kommuna av at vita frá Løgtingsins umboðsmanni
Tórshavnar kommuna hevur orðað seg á ein hátt, sum Løgtingsins umboðsmaður als ikki kann góðtaka
Tórshavnar kommuna fær av at vita í niðurstøðu hjá Løgtingsins umboðsmanni.
 
04.01.2019 - 07:20

Tórshavnar kommuna hevur orðað seg á ein hátt, sum Løgtingsins umboðsmaður als ikki kann góðtaka.

Umboðsmaðurin finst at Tórshavnar kommunu fyri í einum ummæli til umboðsmannin at orða seg á ein hátt, sum als ikki sømir seg einum almennum myndugleika og arbeiðsgevara. 

Umboðsmaðurin sigur seg als ikki kunna góðtaka, at Tórshavnar kommuna umrøddi gongdina í málinum sum eina staðfesting av, at klagarin ikki virdi leiðsluna, ikki var samstarvssinnað ella sum eina staðfesting av, at Tórshavnar kommuna onga orsøk hevði til at hava álit á henni. 

Løgtingsins umboðsmaður hevur viðgjørt eina klagu frá Heilsurøktarafelagnum um Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommuna kundi nokta at seta ein áður uppsagdan heilsurøktara í fast starv við teirri grundgeving, at Tórshavnar kommuna ikki hevur álit á henni.

Setanarbólkurin var annars samdur um at seta heilsurøktaran í fasta starvið.

Løgtingsins umboðsmaður heldur ikki, at avgerðin hjá Tórshavnar kommunu fyri ikki at seta heilsurøktara í fast starv er saklig.

Umboðsmaðurin heitir á Tórshavnar kommunu um at viðgera hetta málið einaferð enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887