U16 EM undankapping í Føroyum

U16 EM undankapping í Føroyum
Føroyar eru vertir fyri U16 EM-undankapping í flogbólti, sum byrjar í dag
 
04.01.2019 - 12:46

Fyri fyrstu ferð eru Føroyar umboðaðar í U16 flogbólti, sum er yngsti árgangur, sum føroyskur flogbóltur nakrantíð hevur kappast í.

Føroyar eru í bólki saman við Írlandi og Danmark. Í hinum bólkinum eru Finnland, Ísland og Svøríki.

Flogbóltssambandið sigur, at hetta er størsta einstaka kappingin, sum tey hava roynt at fyriskipað á heimavølli.

Føroyar spæla báðar sínar innleiðandi dystir í dag. Klokkan 15.00 er mótstøðan Írland, og klokkan 19.30 spæla Føroyar og Danmark.

Fjórðingsfinalur og hálvfinalur verða spældar leygardagin. Dystirnir um endaligu støðuna verða spældir sunnudagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585