Føroyar møguleikan at koma í hálvfinaluna

Føroyar møguleikan at koma í hálvfinaluna
Føroysku U16 genturnar í flogbóltií spæla fjórðingsfinalu í dag móti Íslandi
Føroyska U16 liðið í flogbólti.
 
05.01.2019 - 10:19

Føroysku U16 genturnar í flogbóti taptu móti Danmark í EM-undankappingini í gjárkvøldið. Danmark vann dystin 3-0. Settúrslitini vórðu 25-12, 25-15 og 25-23.

Føroyar spæla fjórðingsfinalu í dag móti Íslandi.

Føroyar vunnu í gjár 3-1 móti Írlandi.

Ísland hevur ongan dyst vunnið enn í EM-undankappingin, sum er í stórhøllini á Hálsi í Havn. 

Fjórðingsfinalan millum Føroyar og Ísland verður í dag kl.12.30.

Finnland bíðar 

Vinnarin spælir hálvfinalu móti Finnlandi kl.17.30. 

Hin fjórðingsfinalan er millum Svøríki og Írland. Hon byrjarði klokkan tíggju.

Vinnarin har spælir hálvfinalu móti Danmark kl.15.00.

Finalan verður í morgin.

U16 genturnar er yngsti árgangurin, sum Flogbóltssambandið hevur havt í altjóða kapping.

EM-undankappingin á Hálsi er størsta kappingin, sum Flogbóltssambandið hevur fyriskipað.

Ókeypis atgongd er til kappingina á Hálsi, og allir dystirnir verða stroymdir á fbf.fo.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585