Føroysku flogbóltsgenturnar komu í hálvfinaluna

Føroysku flogbóltsgenturnar komu í hálvfinaluna
Føroysku U16 genturnar í flogbólti vunnu í dag 3-1 á Íslandi í fjórðingsfinalu í EM-undankappingini. Spæla móti Finnlandi um annað finaluplássið
Føroyar eru komnar í annað umfar í EM-undanspælinum.
 
05.01.2019 - 16:31

Føroysku U16 genturnar í flogbólti vunnu í dag 3-1 á Íslandi í fjórðingsfinalu í EM-undankappingini, sum verður spæld í Havn um vikuskiftið.

Settúrslitini vóru 25-17, 25-18, 20-25 og 25-21.

Kl.17.30 spæla føroysku genturnar hálvfinalu móti Finnlandi.

Danmark og Svøríki spældu fyrru hálvfinaluna fyrr í dag. Har vann Danmark dystin 3-1.

Finalan verður spæld í morgin. Danmark er sum sagt í finaluni og Føroya og Finnland spæla um hitt finaluplássið.

Líkamikið hvussu úrslitini hjá føroysku gentunum verður í hálvfinaluni, so hava tær tryggja sær luttøku til annað umfar í kappingini um at sleppa við til EM-endaspælið. Tað hava tær, tí frammanundan var ásett, at øll liðini, sum komu í hálvfinaluna sleppa víðari.

Annað umfarð verður spælt seinni í ár. Sjálvt endaspælið verður avgreitt í Italia og Kroatia í summar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851