Naggatódn í USA

Naggatódn í USA
Trump vil hava múr. Demokratarnir vilja ikki. Nú hevur partur av almenna geiranum verið afturlatin í 15 dagar.
 
06.01.2019 - 09:40

Stórur partur av almenna geiranum í USA er enn afturlatin, og Donald Trump forseti sigur, at hetta kann halda fram í mánaðar ella ár, um hann ikki fær pengar frá kongressini at byggja múr á markinum millum USA og Mexico.

Hetta vil meirilutin í kongressini ikki, og nú byrja avleiðingarnar av at fólk í tí almenna ikki eru til arbeiðis at síggjast.

Almenna skipanin, sum syrgir fyri at fátækastu amerikanararnir fáa mat á borðið, hevur skjótt ikki fleiri pengar, og skatta-endurgjald, sum vanliga kemur í apríl mánaða, má eisini útsetast, tí skattamyndugleikin manglar starvsfólk.

Og nú fer eisini at tróta við trygdarfólki í størstu flogvallunum, tí hesi fáa onga løn, skrivar CNN.

Donald Trump lovaði sínum veljarum í valstríðnum í 2016 at hann skuldi byggja múr millum Mexico og USA.

Ætlanin er, at múrurin skal steðga bæði ólógligum tilflytarum, rúsevnis-smugling og yvirgangsfólki.

Men ikki er vist at ein múrur á markinum millum londini bæði fer at loysa hesar trupulleikar, siga faktaeftirlitsfólk hjá CNN.

Demokratarnir hava meirilutan í kongressini og vilja ikki játta teir 5,6 milliardir dollararnar, sum múrurin kostar.

Sambært veljarakanningum, taka flestu amerikanarar ikki undir við, at ein múrur skal byggjast.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584