Bara 0,8 prosent fiskað av svartkjaftinum í fjør

Bara 0,8 prosent fiskað av svartkjaftinum í fjør
Bara 350 tons vórðu fiskað av manningarkvotuni av svartkjafti í 2018. Tað er sera lítið í prosentum, tí kvotan var næstan 42.000 tons
Sera lítið av menningarkvotuni av svartkjafti varð fískað í fjør.
 
07.01.2019 - 12:43

Bara 350 tons vórðu fiskað av manningarkvotuni av svartkjafti í 2018.

Tað er sera lítið í prosentum, tí kvotan var næstan 42.000 tons.

Vørn hevur tøl um, hvussu nógv varð fiskað av manningarkvotununum, sum vórðu latnar í fjør. 

Tey 350 tonsini av svartkjafti fiskaði Katrin Jóhanna.

Heldur ikki menningarkvoturnar av makreli og norðhavssild eru brúktar, har eru nøkur túsund tons eftir.    

Sambært lógini kann landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum í mesta lagi lata 8,5 prosent av føroysku kvotuni av ymsu fiskasløgunum til vinnuligar menningarætlanir kring landið. 

Í fyrsta umfari varð bara uppsjóvarfiskur latin sum menningarkvota. 

Menningarkvoturnar í fjør vóru 41.912 tons av svartkjafti, 8.749 tons av makreli og 7.510 tons av norðhavssild, 58.171 tons í alt.

Eitt ár ella fleiri

Menningarkvota kann latast fyri eitt ár, tvey ár, trý ella fýra ár. 

Í fjør vórðu latnar tríggjar menningarkvotur í fýra ár og ein í tvey ár.  

Sambært lógini um sjófeingi kann menningarkvota latast til menningarætlanir, sum kunnu stuðla undir virðisøking av sjófeingi í ávísum øki í landinum, har atgongd til sjófeingi er avmarkað, ella arbeiðsloysið er stórt, samanborið við onnur øki í landinum, ella øki við støðugt minkandi fólkatali.

Fiskimálaráðið hevur ikki enn avgjørt, um menningarkvoturnar fyri 2018 kunnu fiskast í ár í staðin fyri.

Menningarkvoturnar fyri 2019 eru heldur ikki ásettar enn. Biðið er ikki um umsóknir enn.

Nógv minni og nógv størri

Føroyska svartkjaftakvotan er 20 prosent minni í ár enn hon var í fjør.

Hon er 406.307 tons í 2019.

Makrelkvotan er eisini minkað 20 prosent, hon er 82.339 tons í ár.

Norðhavssildin er betur fyri, so har er kvotan í ár 119.537 í ár. Hon var 88.350 tons í fjør. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585