Ætlar at kunna tjóðina í dag

Ætlar at kunna tjóðina í dag
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur boðað frá, at hann fer at tosa við amerikonsku tjóðina í dag og møguliga lýsa nationala kreppu í USA
 
08.01.2019 - 10:47

Ólóglig tilflyting var eitt av aðalmálunum hjá Trump undir valstríðnum til forsetavalið í 2016. Eftir at hann varð valdur hevur hann tvíhildið um, at múrur skal byggjast á markinum móti Meksiko. 

Men enn er eingin múrur bygdur á markinum til grannalandið móti suðri, og tað verður størri trupulleiki hjá forsetinum.

Í umleið tvær vikur hava fleiri almennir amerikanskir stovnar verið stongdir. Orsøkin er, at forsetin krevur fimm milliardir amerikanskar dollarar til at byggja múrin móti Meksiko. Men demokratarnir í kongressini siga nei.

Tí er støðan íkomin, at meiriluti er ikki fyri fíggjarlógini, sum skal halda ríkisfyrisitingina í gongd.

Hóast stóra mótstøðu frá kongressini, hevur Trump sagt, at hann møguliga fer at fráboða nationala kreppu fyri at fáa múrin móti Meksiko bygdan.

Umsitingin hjá Trump heldur, at kreppustøða er við markið, eftir at 100.000 fólk í oktober og november sigst vera handtikin fyri at koma ólógliga inn í landið. 

Í gjár boðaði Trump frá, at hann fer at tala til amerikanska fólkið í dag. 

Lýsir forsetin USA nationala kreppu, kann hann senda meiri arbeiðsmegi til at byggja múrin. Men hann noyðist framvegis at hava fimm milliardir amerikanskar dollarar til at fremja verkætlanina.

At royna at byggja ein múr á henda hátt kann hava við sær løgfrøðiligar avbjóðingar, skrivar AFP-tíðindastovan.

Lógin heimilar forsetanum til at seta í verk hernaðarligar byggiverkætlanir við at brúka pening, sum longu er til taks í fíggjarlógini, men sambært AFP, er tað ikki vist, at múrurin kann kallast ein hernaðarlig konstruktión. 

Eisini er stórur parturin av lendinum framvið markinum millum USA og Meksiko privat ogn. Tað merkir, at lendið skal ognartakast, og slíkir handlar kunnu taka fleiri ár, skrivar AFP.

Sambært AFP, er tað ikki óvanligt, at forsetar brúka møguleikan at lýsa nationala kreppu fyri at fáa ávís mál ígjøgnum.

George W. Bush nýtti hetta høvið eftir yvirgangsatsóknirnar 11. september 2001, til m.a. at økja um amerikonsku verjuna meira enn tað, sum varð játtað, og til at seta í verk nýggjar avhoyringarmátar, sum verða lýstar sum torturur.

Barack Obama brúkti eisini henda møguleika í sambandi við svínakrímið í 2009 til at geva myndugleikum og sjúkrahúsum betri møguleika at seta snar-tiltøk í verk í sambandi við umfarsóttir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964