Herða revsingina fyri ófráboðaðum mótmælisgongum

Herða revsingina fyri ófráboðaðum mótmælisgongum
Franski forsætisráðharrin upplýsir nú, at ætlanin er at herða revsingina fyri mótmælisgongum, sum eru ófráboðaðar.
 
08.01.2019 - 10:38

Frakland ætlar at herða revsingina fyri óboðaðar mótmælisgongur, sum aftursvar til mótmælini hjá Gulu vestunum, sum í summum førum eru endað við harðskapi.

Tað upplýsir franski forsætisráðharrin, Edouard Philippe.

- Vit mugu verja rættin at mótmæla í Fraklandi, og vit mugu revsa tey, sum bróta lógina, sigur hann við fronsku sjónvarpsrásin, TF1.

Fráboðanin frá forsætisráðharranum kemur eftir enn ein ófriðarligan leygardag í París, har eldur varð settur á motorsúkklur, og vegir vórðu avbyrgdir við byrgingum, sum eldur var í. 

Gulu vestarnir mótmæla, at tað nú er dýrari at liva í Fraklandi og ímóti Emmanuel Macron, forseta, og tey endurspegla breiða misnøgd. Men mótmælini eru eisini harðnað.

Philippe sigur, at stjórnin tekur undir við, at lógin verður dagførd, so at tey, sum ikki fráboða mótmælisgongur, verða revsað, og at ikki verður loyvt at fjala andlitið við grímum ella øðrum.

Philippe sigur, at ófriðakropparnir hava órógvað og oyðilagt Paris og aðrar stórbýir. Tey, sum hava rænt og framt herverk í bankum, skulu sjálvi rinda fyri skaðarnar, sum tey hava gjørt.

Leygardagin byrjaðu mótmælini hjá gulu vestunum friðarliga, men sum fráleið gjørdust tey harðari, og mótmælisfólk kastaðu lutir eftir løgregluni. Eitt løgreglufólk fekk løstir, tá ein súkkla varð kastað eftir honum úr erva, skrivar Reuters. 

Mótmælisfólkini nýta gula endurskin-vestin sum teirra vørumerki. Í Fraklandi er krav, at slíkur vestur skal verða í øllum fronskum bilum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887