Kommunur eiga ikki at byggja til øll eldri fólk

Kommunur eiga ikki at byggja til øll eldri fólk
Arbeiðsgevarafelagið mælir frá lógarbroyting, sum gevur kommunum loyvi at útvega bústaðir til eldri fólk, sum klára seg sjálvi
Bústaðir kunnu átaka sær at byggja til tey eldru, halda arbeiðsgevarar.
 
08.01.2019 - 08:00

Um landsstýrið heldur, at brúk er fyri vanligum íbúðum til eldri fólk, sum verandi bústaðarmarknaður ikki megnar at útvega, eiga Bústaðir at útvega teir, heldur enn at fáa fleiri nýggjar almennar aktørar at byggja vanlig býli.

Føroya arbeiðsgevarafelag mælir tí frá at geva kommununum heimild at útvega bústaðir til fólk yvir 64 ár.

Felagið hevur havt uppskot um at broyta lógina um heimatænastu og eldrarøkt til hoyringar. 

Lógaruppskotið er um at loyva kommununum at útvega bústaðir til øll fólk, sum eru eldri enn 64 ár.

Arbeiðsgevarafelagið sigur, at kommunurnar kunnu longu nú gera røktarheim, eldrasambýli, umlættingarpláss og endurvenjingarpláss.

Men felagið heldur tað ikki vera kommunal uppgávu at útvega bústaðir til vanlig fólk.

Lógarbroyting sum hendan ger tað eisini uppaftur minni lokkandi hjá privatum at bjóða seg fram á einum marknaði, sum stór almenn feløg uttan krav um avkast av íløgunum og við stórum pengakassa í rygginum seta sín dám á, heldur Arbeiðsgevarafelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887