Sunda kommuna vann á Mentamálaráðnum

Sunda kommuna vann á Mentamálaráðnum
Sunda kommuna vann í gjár sakarmál í Føroya rætti móti Mentamálaráðnum.
 
08.01.2019 - 09:41

Sakarmálið snúði seg um skúlabygnaðin í Sunda kommunu.

Sambært dóminum, verður Mentamálaráðið dømt at viðurkenna, at fólkaskúlarnir í Hósvík og Hvalvík verða skipaðir soleiðis, at skúlarnir hava hvør sína sjálvstøðugu leiðslu og skúlastýri, og at undirvísingin umfatar 1. - 3. flokk.

Mentamálaráðið skal rinda kommununi sakarmálskostnað uppá kr. 125.000. 

Málið snúðið seg sum nevnt um skúlabygnaðin hjá Sunda kommunu. 

Nýggi skúlabygnaðurin hjá kommununi varð 9. juli 2015 endaliga góðkendur av Mentamálaráðnum. Men seinni varð góðkenningin tikin aftur. Sunda kommuna góðtók ikki hetta og valdi tí at stevna Mentamálaráðnum og hevur í dag fingið viðhald.

Skúlarnir í Hósvík og Hvalvík hava sostatt innskúling við 1. til 3. flokki, meðan Skúlin við Streymin hevur 1. til 10. flokk. Byggingin av nýggjum skúla við ítróttarhøll Við Streymin er í samsvari við skúlabygnaðin, sum varð góðkendur í 2015. 

Við dóminum er staðfest, at kommunan kann skipa undirvísingina sum ætlað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851