Leigunevndin fær stórar heimildir uttan vegleiðing

Leigunevndin fær stórar heimildir uttan vegleiðing
Føroya arbeiðsgevarafelag vil ikki hava leigulógina broytta
Arbeiðsgevarafelagið sigur, at Bústaðir eru ikki umboðandi fyri veruliga kostnaðin á íbúðarmarknaðinum.
 
09.01.2019 - 07:45

Spurningurin er, um ikki Leigunevndin fær ov stórar heimildir til at broyta eina húsaleigu.

Spurningurin er eisini, um Leigunevndin yvirhøvur er før fyri at avgera, nær ein húsaleiga er av stór.

Føroya arbeiðsgevarafelag er ikki fegið um uppskotið um at broyta leigulógina, so Leigunevndin kann vraka eina húsaleigu, tí hon er ov stór.

Hetta fer ikki at økja um áhugan at leiga út, serliga tá tað er so ógreitt, hvussu høg ein avtalað leiga kann vera, áðrenn hon kann verða sett til viks, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært lógarbroytingini skal leigan vera greitt órímilig, áðrenn avtalaða leigan kann setast til viks.

Men útleigarar og Leigunevndin fáa í viðmerkingunum um broytingina avmarkaða hjálp til at tulka hesa áseting, sigur Arbeiðsgevarafelagið. 

Í viðmerkingiunum stendur, at avtalaða leigan skal vera lutfalsliga greitt omanfyri kostnaðarstøðið á leigumarknaðinum annars, áðrenn Leigunevndin kann seta hana til viks. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887