Andstøðuumboðini vilja hava nýggjan formann

Andstøðuumboðini vilja hava nýggjan formann
Andstøðuumboðini í fíggjarnevndini siga seg taka undir við Bill Justinussen, sum vil hava nýggjan formann í fíggjarnevndina
Í løtuni er Ruth Vang forkvinna í fíggjarnevndini. Men andstøðuumboðini í fíggjarnevndini halda, at nú samgongan hevur mist meirilutan, skal nýggjur formaður veljast.
 
10.01.2019 - 12:19

Leiðslan í teimum trimum samgonguflokkunum - tað eru floksformenninir og forkvinnurnar í tingbólkunum hjá flokkunum - fundast í hesi løtu í Tinganesi.

Samgongan stendur til at missa meirilutan í Fíggjarnevndini, sum verður mett at vera mest týðandi nevndin av løgtingsnevndunum.

3. januar fekk Kristin Michelsen durafjórðingin í Javnaðarflokkinum. Tá fekk løgtingsmaðurin at vita frá Akseli V. Johannesen, at hann ikki longur er partur av tingbólki Javnaðarfloksins og heldur ikki verður valevni fyri flokkin til komandi val.

Kristin Michelsen er limur í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum. Og hann kann tí vera avgerandi atkvøðan, sum fellir Ruth Vang, forkvinnu. 

Bill Justinussen úr Miðflokkinum, sum er partur av andstøðuni í fíggjarnevndini, segði við útvarpið í gjár, at hann ætlar at gera eina roynd at fáa nýggjan formann valdan. Fýra nevndarlimir kunnu krevja nevndarval á skrá.

Taka undir við Bill 

Fundurin í "lítlu samgongu" byrjaði í Tinganesi klokkan 11, og enn er eingin úrskurður frá fundinum.

Tó hava andstøðutinglimirnir í fíggjarnevndini, Jacob Vestergaard og Bárður á Steig Nielsen, sagt seg taka undir við Bill Justinussen, segði Elin Mirjamsdóttir beinleiðis úr Tinganesi við útvarpið á middegi. 

Teir halda, at formaðurin í fíggjarnevndini eigur at verða valdur av nýggjum, nú samgongan hevur mist meirilutan í løgtinginum. Kristin Michelsen hevur onga viðmerking til málið

Andstøðuumboðini í fíggjarnevndini avvísa ikki, at Kristin Michelsen møguliga fær bjóðað formanssessin.

Sostatt fær andstøðan við fýra atkvøðum frá ávikavist Bill Justinussen, Bárður á Steig Nielsen, Jacob Vestergaard og Kristin Michelsen kravt nevndarval og koppa Ruth Vang av sessinum sum forkvinna í fíggjarnevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819