Journalistur dømdur í Turkalandi

10.01.2019 - 10:00
AktueltÚtheimurin
Journalistur dømdur í Turkalandi
Ein journalistur, sum avdúkaði fyritøkur í skjattaskjóli, er nú fongslað, dømd fyri ærumeiðing og ágang.
 
 

Í Turkalandi er ein journalistur er fongslað, tí hon avdúkaði fyritøkur í skattaskjóli í Malta, sum fyrrverandi turkski forsætisráðharrin, Binali Yildirim, og synir hansara áttu.

Nú er Pelin Únker, sum journalisturin eitur, dømd fongsulsrevsing fyri ærumeiðing og ágang.

Umframt 13 mánaðar fongsul, skal journalisturin rinda bót, sum svarar til góðar 10.000 krónur, staðfestir dómstólurin í Istanbul.

Tað er altjóða samstarvið fyri gravandi journalistar, ICIJ, sum ber tíðindini. 

Journalisturin hevði, eins og fleiri hundrað aðrir, almannakunngjørt søgur um skattaskjól burtur úr loyniskjølum, sum ICIJ samskipaði samstarv um.

Dómurin snýr seg um fleiri greinar í turkiska blaðnum, Cumhyriyet, í november 2017, um sokallaða Paradís-pappírini. Hetta var stóri lekin av loyniskjølum, sum avdúkaði, hvussu politikarar, multinationalar fyritøkur og brotsfólk fjala pening í skattaskjólum - sokallaðum skattaparadísum.

Greinarnar hjá Únker í Cumhyruriyets, eru um loyniligar handlar, sum persónar í ovasta valdslagnum í Turkalandi hava gjørt.

Millum annað varð skrivað um frálandavinnuna í Malta, og at hana eigur Yildirim-familjan. Pelin Únker sigur við ICIJ, at hon fer at royna at kæra dómin.

- Dómurin kemur ikki óvart á okkum. Úrslitið var greitt frá byrjan. Einki kriminelt og einki ærumeiðandi er í mínum greinum, sigur Únker og vísir á, at Yildirim-familjan viðgekk, at upplýsingarnar um maltisku fyritøkurnar eru rættar.

Turkaland liggur illa fyri á altjóða fjølmiðlafrælsis-indeksinum hjá Journalistum uttan Landsamørk - heilt niðri á 157. plássi av 180 londum. Og tann felagsskapurin, altso Journalistar uttan Landsmørk, lýsir landið sum heimsins størsta fongsul fyri fjølmiðlafólk.

Paradíslekin fevnir um eitt ótal av skjølum frá altjóða advokatskrivastovuni Appleby, sum selir m.a. skattaráðgeving til tey múgvandi. 

Appleby hevur bústaðarskráseting í Malta og deildir í Bermuda, British Virgin Islands, Cayman Islands, Isle of Man, Jersey, Guernsey, Mauritius and Seychellunum, eins og fíggjardeplar í Hong Kong and Shanghai. Alt støð, sum verða flokkað sum skattaskjól.

Mongu loyniskjølini frá Appleby vórðu fyrst likin til týska dagblaðið Zuddeutsche Zeitung, og síðani vórðu tey viðgjørd og almannakunngjørd gjøgnum altjóða journalistiska samstarvið hjá ICIJ, sum m.a. telur SVT og DR.

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. januar
Nón - 16.01.19
90038
Mikudag 16. januar
Góðan morgun Føroyar 160119
90025
Mikudag 16. januar
Mono 16 januar 2019
90020
Mikudag 16. januar
Morgunlestur mikudagur 16. januar 2019
89868
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. januar
Team Bachstad á ferð (5:6)
90021
Mikudag 16. januar
Úr savninum: Føroyskt bátasmíð
90005
Mikudag 16. januar
Team Bachstad á ferð (3:6)
90014
Mikudag 16. januar
Til borðs við Price: sviði og pína
89928
Týsdag 15. januar
Tað stóra sjúkrahússtríðið (2:2)
89912