Burturflutt og horvin í 10 vikur

Burturflutt og horvin í 10 vikur
Ein 68-ára gomul norsk kona varð burturflutt 31. oktober og hevur verið horvin líka síðani.
Anne-Elisabeth Falkenvik Hagen hevur verið horvin síðan 31. oktober.
 
10.01.2019 - 10:14

Anne-Elisabeth Falkevik Hagen hvarv úr heimi sínum nærhendis Olso síðst í oktober, og einki lívtekin hevur verið frá henni síðani. Tað váttar norska løgreglan. 

NRK skrivar, at løgreglan í tíggju vikur hevur arbeitt við málinum, men er farin sera varliga fram, tí "álvarsligar hóttanir eru komnar". Brotsmenninir hava kravt loysigjald frá familjuni, sum er sera múgvandi, men løgreglan hevur rátt teimum frá at rinda.

Løgreglan heldur, at Anne-Elisabeth Falkevik Hagen varð tikin úr heimi sínum í Lørenskog um morgunin ella fyrrapartin 31. oktober, sum er tann dagin, norðmenn hátíðarhalda Halloween. 

VG skrivar, at burturflytararnir krevja at fáa níggju milliónir evrur í sokallaðum krypto-valuta, og tað skal vera í Monero, sambært NRK. Krypto-valuta er talgilt gjaldoyra, sum virkar óheft av øllum bankum og landastjórnum.

- Eingin ivi er um, at fyri familjuna er burturflytingin av Anne-Elisabeth ein ræðulig og ómenniskjalig gerð, segði advokaturin hjá familjuni á tíðindafundi seinnapartin mikudagin tann 9. januar. 

Maður Anne-Elisabeth Falkenvik Hagen er vinnulívsmaðurin Tom Hagen. Hann eigur ognir fyri 1,7 milliardir norskar krónur, skrivar NRK.

Løgreglan leitar í løtuni við hundum við húsini hjá hjúninum. Nakað, sum ikki hevur verið møguligt áður, tí málið var loyniligt. 

Á tíðindafundi hósdagin 10. januar segði norska løgreglan millum annað, at eingin er undir illgruna í málinum. Løgreglan sigur, at eingin lívstekin eru, men heldur eingin tekin eru um, at hon er deyð.

Løgreglan hevur nú valt at almannakunngera málið, tí løgregluni tørvar upplýsingar. Síðani mikudagin, tá málið varð kunngjørt, hevur norska løgreglan móttikið yvir 100 áheitanir frá fólki, sum halda seg hava sæð okkurt. Løgreglan vónar at móttaka fleiri upplýsingar í málinum. 

Enn veit løgreglan ikki, hvar Anne-Elisabeth er, og ikki ber til at siga, um hon er í landinum ella ikki. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Mánadag 22. apríl
Góðan morgun Føroyar
174056
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964