- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nærkast nývali í Svøríki
Nú fýra mánaðir eru gingnir, síðani ríkisdagsvalið í Svøríki, so hevur landið framvegis onga stjórn at stýra landinum, og nýval nærkast alsamt, tí flokkarnir semjast ikki um, hvør skal skipa stjórn.
Valstýrið í Væsterbotten fyrireikar seg til, at nýtt ríkisdagsval skal verða.
Reglurnar siga, at nýval skal verða í seinasta lagi tríggjar mánaðir eftir fjórðu atkvøðugreiðsluna um, hvør skal verða forsætisráðharri.
16. januar verður triðja atkvøðugreiðslan um nýggja forsætisráðharra. Verður eingin valdur tá, verður ein fjórða og seinasta atkvøðugreiðsla eina viku seinni, tað vil siga tann 23. januar.
Valið verður helst miðskeiðis í apríl, og nú fyrireikingar longu eru í gongd til ES-parlamentsvalið, sum verður í mai, so verða vit tilreiðar, sigur landshøvdingin í Væsterbotten, Magdalena Andersson við svenska kringvarpið, SVT.