Nærkast nývali í Svøríki

Nærkast nývali í Svøríki
Hóast tað eru fýra mánaðar síðan, at val var í Svøríki, er eingin stjórn skipað enn. Nú fyrireika sviar seg til nýval
 
10.01.2019 - 09:28

Nú fýra mánaðir eru gingnir, síðani ríkisdagsvalið í Svøríki, so hevur landið framvegis onga stjórn at stýra landinum, og nýval nærkast alsamt, tí flokkarnir semjast ikki um, hvør skal skipa stjórn.

Valstýrið í Væsterbotten fyrireikar seg til, at nýtt ríkisdagsval skal verða.

Reglurnar siga, at nýval skal verða í seinasta lagi tríggjar mánaðir eftir fjórðu atkvøðugreiðsluna um, hvør skal verða forsætisráðharri. 

16. januar verður triðja atkvøðugreiðslan um nýggja forsætisráðharra. Verður eingin valdur tá, verður ein fjórða og seinasta atkvøðugreiðsla eina viku seinni, tað vil siga tann 23. januar. 

Valið verður helst miðskeiðis í apríl, og nú fyrireikingar longu eru í gongd til ES-parlamentsvalið, sum verður í mai, so verða vit tilreiðar, sigur landshøvdingin í Væsterbotten, Magdalena Andersson við svenska kringvarpið, SVT.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585