Norra umhugsar Huawei-boykot

Norra umhugsar Huawei-boykot
Norra umhugsar at nokta Huawei at vera við til at menna norska 5G-netið
 
10.01.2019 - 11:58

Norra umhugsar at nokta kinesiska felagnum, Huawei, at vera við til at menna norska telefonsamskiftið, tað sonevnda 5G-netið. 

Tað váttar norski løgmálaráðharrin, Tor Mikkel Wara, fyri tíðindastovuni Reuters.

Í Norra eru myndugleikarnir, eins og myndugleikarnir í USA og Bretlandi, ivasamir um felagið, tí líkt er til, at njósnast verður ímóti feløgum og stovnum í øðrum londum.

Bæði USA og Bretland hava noktað fyri, at Huawei verður við til at útbyggja telenetið í teimum londunum. Og møguliga fer Norra at gera tað sama, sigur ráðharrin.

Bæði Telenor og Telia nýta útgerð frá Huawei til sínar 4G-skipanir, men norska stjórnin heldur, at tað av trygdarávum ikki eigur at vera Huawei, sum letur útgerðina til 5G-netið.

Ein orsøk er eisini, at Norra ikki er í trygdarpolittiskum samstarvi við Kina.

Tað eru tríggjar fyritøkur, sum lata útgerð til telenet, tær eru svenska Ericsson, finska Nokia og so kinesiska Huawei.

Bara Huawei er uttanfyri trygdarpolittisku skipanina í Norra, skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584