Umhugsa at leggja málið fyri Gerðarrættin

10.01.2019 - 12:41
AktueltSamfelag
Umhugsa at leggja málið fyri Gerðarrættin
Akademikarafelagið umhugsar at kæra Samferðslumálaráðið fyri Fasta Gerðarrættin eftir broytingar á Landsverki
 
 

Samferðslumálaráðið boðaði í gjár frá, at ráðið heldur seg hava hildið sáttmálan, sum er millum Akademikarafelagið og Fíggjarmálaráðið, tá landsstýrismaðurin fyri jól umskipaði Landsverk úr fýra deildum niður í tríggjar. 

Tvørturímóti, sigur Akademikarafelagið: sáttmálin er brotin, tí eingin viðgerð ella hoyring var, áðrenn Heðin Mortensen umskipaði stovnin, sum krav er um í sáttmálanum. 

Felagið kærdi landsstýrismannin, sum umframt samferðslumál eisini umsitir arbeiðsmarknaðarmál.

Í kæruni skrivar felagið:

- Akademikarafelag Føroya ger við hesum vart við, at framferðin hjá landsstýrismanninum í samferðslumálum og arbeiðsmarknaðarmálum er í stríð við áseting í sáttmálanum og at meta sum sáttmálabrot.

Svarið kom í gjár, og í tí sigur Rúni Joensen, aðalstjóri, at tey ikki meta, at broytingarnar vóru brot á sáttmálan og vísa annars Akademikarafelagnum til Fasta Gerðarrættin, um felagið er av aðrari áskoðan.

Akademikarafelagið viðger nú svarið og um felagið skal leggja málið fyri Gerðarrættin.

Umstríddu broytingarnar á Landsverki hjá Heðini Mortensen fyri jól vórðu annars strikaðar mánadagin av sama landsstýrismanni. Landsverk hevur sostatt aftur fýra deildir nú, umframt at ein fyribilsstjóri er settur fyri Ewald Kjølbro. 

Akademikarafelagið hevur eisini kært handfaringina hjá Heðini Mortensen til Løgtingsins Umboðsmann.

Heðin Mortensen, landsstýrismaður sigur í lesarabrævi, at Akademikarafelagið ístaðin fyri at kæra seg til til "hesi og hasi", sum hann málber seg, átti at havt tosað seg til sættis við landsstýrismannin.

Í skrivinum sigur hann eisini, at Løgtingsins umboðsmaður nú hevur biðið um eina frágreiðing, og at hon fer at koma "ein av nærmastu døgunum".

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mars
25 minuttir: Jóna Joensen
92340
Mánadag 18. mars
3-2
92439
Sunnudag 17. mars
Guðstænasta í Havnar kirkju
92392
Sunnudag 17. mars
Andakt við Óla Poulsen
92389
Leygardag 16. mars
Estetiskur fimleikur, 2 partur
92376