Jóhan á Plógv aftur á landsliðnum

Jóhan á Plógv aftur á landsliðnum
Jóhan á Plógv Hansen er inni aftur í hitanum á danska hondbóltslandsliðnum
 
12.01.2019 - 10:24

Føroyski vongurin varð annars soldaður frá í allar síðstu løtu, men nú Hans Lindberg, sum eisini hevur føroyskar røtur, meiddi seg í dystinum í móti Kili, er boð send eftir Jóhan á Plógv Hansen, so Hans Lindberg fær tíð at koma fyri seg.

Talan er ikki um ein álvarsligan skaða hjá Hans Lindberg, so roknað verður við, at hann er tøkur aftur seinni í kappingini, men næstu dystirnar er altso møguligt, at Jóhan á Plógv Hansen kemur á vøllin í HM-kappingini, sum er í Danmark í hesum døgum.

Tað kann verða longu í kvøld, tá danska hondbótlslandsliðið skal dystast við Tunesia. Dysturin verður spældur klokkan 19.15 og verður vístur á TV2.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652