Horvni ferðamaðurin er úr Eysturríki

Horvni ferðamaðurin er úr Eysturríki
Maðurin er 29 ára gamal og kom til landið 10. januar. Hann er ikki sæddur síðani fríggjadagin og aftur í dag verður leitað eftir honum í Fugloy
 
13.01.2019 - 09:43

Leitingin eftir horvna ferðamanninum í Fugloy er tikin upp aftur í dag. Serliga verður leitað støð, sum vóru trupul at koma framat í gjár.

Eftir at hava mett um veðrið, er avgerð nú tikin um, hvussu leitingin í Fugloy verður skipað í dag. Eins og í gjár eru tyrla, staðkend fólk, løgregla og hundar partur av leitingararbeiðinum.

Leitað varð í allan gjár, men turbulensur gjørdi tað trupult hjá tyrluni at koma framat ávísum støðum. Tí verður serliga farið eftir hesum støðum í dag, umframt leitað verður gjølla annars. Enn hevur løgreglan einki lívstekin funnið frá manninum.

Sambært Kristian Martin Joensen á løgreglustøðini í Havn, kom ferðamaðurin til landið 10. januar. Hann er 29 ára gamal og úr Eysturríki. 11. januar fór maðurin við tyrlu út í Fugloyar klokkan 11.30 og skuldi inn aftur við Rituni seinnapartin, men tað gjørdi hann ikki - og maðurin er ikki sæddur síðani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652