Hægstirættur: Bankaleiðsla skal rinda endurgjald

bannari
Hægstirættur: Bankaleiðsla skal rinda endurgjald
Hægstirættur hevur gjørt av, at fyrrverandi bankaleiðslan í kollsiglda Capinordic skal rinda endurgjald til Fíggjarligt Støðufesti
 
15.01.2019 - 12:42

Fyrrverandi bankaleiðslan í kollsiglda Capinordic skal rinda endurgjald til Fíggjarligt Støðufesti, og endurgjaldið er 89 milliónir krónur.

Tað hevur Hægstirættur avgjørt fyri løtu síðani. Sostatt bleiv dómurin í landsrættinum staðfestur.

Hetta rættarmálið er eitt av átta móti leiðslum í kollsigldum bankum í danska ríkinum, og tað fyrsta, sum Hægstirættur hevur tikið støðu til. 

Dómurin hjá landsrættinum í rættarmálinum móti fyrrverandi leiðsluni í danska Eik banka er eisini kærdur til Hægstarætt, og úrskurðurin í Capinordic-málinum er áhugavert í so máta.

Capinordic Bank verður kallaður bankin fyri tað "betra slagið", tí bankin hevði fáar kundar, sum á pappírinum vóru sera ríkir, men eisini serstakliga váðafúsir. 

Capinordic fór á húsagang í 2010. Stovnurin hjá statinum, Fíggjarligt Støðufesti, tók um endan og staðfesti eitt tap uppá 1,3 milliardir krónur.

Advokatkanning vísti, at útlánsvirksemið var fremsta orsøk til, at bankin fór um koll, og at kredittveitingin í fleiri førum hevði verið "ábyrgdarleys". 

Í 2015 dømdi landsrætturin fyrrverandi nevndarformannin, Claus Ørskov, fyrrverandi nevndarlimin, Lasse Lindblad og fyrrverandi stjóran, Henrik Juul at rinda Fíggjarligum Støðufesti 90,5 milliónir í endurgjaldi fyri níggju óforsvarlig lán, men teir blivu fríkendir fyri høvuðsákæruna um ábyrgdarleysan bankarakstur sum heild.

Í oktober fall dómur í landsrættinum í sakarmálinum móti fyrrverandi leiðsluni í Eik banka í Danmark. 

Marner Jacobsen, nevndarformaður, Henrik Ørsted, næstformaður og stjórarnir, Jesper Clausen og Kim Sandberg, blivu bara lutvíst dømdir í tí eina málinum, og teir skulu rinda Fíggjarligum Støðufesti 28,6 milliónir krónur í endurgjaldi. 

Bæði teir dømdu og Fíggjarligt Støðufesti hava kært dómin til Hægstarætt.

Tvær aðrir landsrættardómar av hesum slagi eru kærdir til Hægstarætt: Dómurin móti fyrrverandi leiðsluni í Amagerbanka og Roskilde banka.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585