Íslendsk toskaskræða brúkt til sárviðgerð

Íslendsk toskaskræða brúkt til sárviðgerð
Íslendska fyritøkan, Kerecis, ger tilfar úr fiskaskræðu, sum m.a. verður brúkt til at viðgera brunasár hjá herfólki og sár hjá diabetikarum í USA
 
15.01.2019 - 09:42

Íslendska fyritøkan Kerecis byrjaði sum ein granskingarverkætlan í 2009 í Ísafirði. Fýra ár seinni, í 2013, fór fyritøkan undir vinnuligt virksemi. Partaeigarar eru bæði íslendingar, amerikanarar, bretar og fraklendingar.

Kerecis er við í granskingarsamstarvi, sum amerikanska verjumálaráðið fíggjar, og sum hevur tørv á betri viðgerð til herfólk við lívshættisligum brunasárum.

Íslendska fiskaskræðan, sum er gjørd til sárviðgerð, hevur fingið patent í USA og í 40 øðrum londum. 

Amerikanska dagblaðið, Miami Herald, hevur tosað við Lee Rogers, doktara, sum er serfrøðingur í fótarøkt, og sum hevur brúkt íslendska tilfarið úr fiskaskræðu til diabetes-sár.

- Tá roðslan er tikin burtur, líkist skræðan nógv mannahúð, sigur hann við blaðið og nevnir fyrimunirnar við nógvu feitu Omega3-sýrunum í skræðuni.

- Tá tú sker teg, verður økið uttanum vanliga reytt eina tíð, og fólk við diabetes sleppa ikki burtur úr hesi bruna-støðuni. Feitu sýrurnar í toskaskræðuni sissa brunastøðuna, sum annars kann steðga lekingini av sárinum, sigur Lee Rogers við Miami Herald.

Yvirskriftir um íslendsku fiskaskræðuna komu í ljósmála í USA eftir ringa skógareldin, sum herjaði í Kalifornia, tá skræðan varð brúkt í nýggjari viðgerð til djór, sum vórðu illa brend. 

M.a. gjørdu djóralæknar frá University of California vøttir og annað úr skræðuni til kettur og hundar.

Kerecis í Íslandi skrivar á síni heimasíðu, at tey hava sett sær sum mál at gerast heimsins besta fyritøka, tá tað ræður snýr seg um at endurskapa skaddan vevnað. 

Fyritøkan vann í fjør íslendsku nýmenningar-virðislønina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887