Emil Olsen gevst sum sóknarprestur

Emil Olsen gevst sum sóknarprestur
Nýggjur sóknarprestur skal setast í Eiðis prestagjaldi frá 1. juli
 
17.01.2019 - 11:23

Tvær umsóknir eru til prestastarvið í Eiðis prestagjaldi. Freistin at søkja, var úti í gjár.

Nýggjur prestur skal setast í starv, tí Emil Olsen, sum hevur verið sóknarprestur seinastu 35 árini, hevur valt at fara frá, stendur á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni.

Kirkjuráðini fara at taka støðu til umsóknirnar í næstum.

Emil Olsen fer frá seinast í juni, og ætlanin er at nýggi presturin tekur við starvinum frá 1. juli. '

Tá Emil Olsen er farin úr starvinum, fer hann at virka sum stiftsprestur. Hann verður knýttur at biskupinum og honum til tænastu, stendur á heimasíðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718