Fleiri sigla við Smyrli

Fleiri sigla við Smyrli
Í 2018 sigldu tilsamans 266.000 ferðafólk við Smyrli, tað eru 16.000 fleiri enn árið fyri, vísa nýggjastu hagtølini hjá Strandferðsluni
 
18.01.2019 - 19:31

Eisini er framgongd á Fugloyar- og Svínoyarleiðini. Í fjør flutti Ritan meira enn 17.700 ferðafólk, - tað eru 2.200 fleiri enn árið fyri, meðan á Kalsoyarleiðini er talið nakað tað sama sum fyrraárið, góð 57.000 ferðafólk.

Men vøkstur er ikki á øllum oyggjaleiðum. Á Nólsoyarleiðini sigldu meira enn 96.000 ferðafólk við Ternuni í fjør, tað eru 4.600 ferðafólk færri enn árið fyri, - og við Mykinesleiðini vóru tilamans góð 19.700 ferðafólk, og tað eru umleið 1.000 ferðafólk færri, - og á Skúvoyarleiðini minkaði talið við meira enn 2.100 ferðafólkum niður í góð 3.100 ferðafólk í 2018.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. juli
Morgunlestur týsdagur 22. juli 2025
194833
Mánadag 21. juli
Poppverturin
194207
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844
Leygardag 19. juli
Video: 10 Mannafør á Vestanstevnu 2025
194738