Toppfundur á skránni í februar

Toppfundur á skránni í februar
Í gjár komu boð frá teimum Hvítu húsunum um, at Donald Trump og Kim Jong-un fara at fundast aftur síðst í februar.
Tá Kim Jong-un og Donald Trump hittust fyrstu ferð í juni í fjør.
 
19.01.2019 - 10:02

Amerikanski forsetin Donald Trump og leiðarin í Norðurkorea, Kim Jong-Un, fara at fundast aftur í februar. Tað skrivar almenni brúkarin hjá teimum hvítu húsunum á Twitter. 

Í gjár hittist Trump við ovasta sendimannin í Norðurkorea til eitt prát um kjarnorkudubbing, og tá fundurin varð liðugur, varð nýggi toppfundurin kunngjørdur. 

Talskvinnan hjá Trump, Sarah Sanders, segði eftir fundin í gjár, at talan var um ein produktivan fund, men at USA framvegis fer at leggja trýst á og seta revsitiltøk í verk móti Norðurkorea, til landið gevst við øllum kjarnorkuætlanum. Tað skrivar CNN.

Fyrstu ferð Kim Jong-un og Donald Trump hittust var í juni í fjør. Fundurin var hin fyrsti nakrantíð millum ein amerikanskan forseta og ein norðurkoreanskan leiðara. 

Støðan millum USA og Norðurkorea hevur í longri tíð verið spent. Trump hevur fleiri ferðir sagt, at norðurkoreanski leiðarin er ein serstakliga stór hóttan móti Amerika, og eisini hevur amerikanski forsetin hótt við at oyðileggja Norðurkorea. 

Komandi toppfundurin verður síðst í februar, men enn er ikki greitt, hvar fundurin verður. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585