Verjuskipið Thetis leiðir serliga flotaeind í NATO

Verjuskipið Thetis leiðir serliga flotaeind í NATO
Hetta árið fer Thetis at hava leiðsluna í aðrari av tveimum flotaeindum hjá NATO, sum m.a. rudda burtur gamlar minur.
Mynd: savnsmynd  
 
20.01.2019 - 15:41

Danska verjuskipið Thetis skal í ár hava leiðsluna í eini flotaeind hjá NATO, sum altíð er til reiðar at fremja tiltøk, um kríggj brestur á, og minur verða lagdar út.

Tvær flotaeindir hava uppgávuna, og Thetis hevur í ár leiðsluna av aðrari, skrivar Ritzau.

Tíggju verjuskip sigla fyri verjusamgonguna NATO við tí endamáli at vera til reiðar at rudda burtur minur, um brúk er fyri tí.

Skal eisini taka gamlar minur upp

Uppgávan er eisini at taka upp gamlar minur frá fyrra og seinna heimsbardaga. Túsundtals minur eru, sum annaðhvørt reka ella liggja á botni, sigur danski ovastin í serligu flotaeindini, Petur Krogh.

Í Eystrasalti, Skagerrak og Norðsjónum koma gamlar minur stundum í trolini, tá fiskað verður, og tað er millum annað uppgávan hjá hesum báðum flotaeindunum at taka ímóti minunum og beina fyri teimum.

Thetis plagar annars at skiftast við onnur donsk verjuskip um at verða á varðhaldi undir Føroyum og Grønlandi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887