Vil hava múrin afturfyri longd uppihaldsloyvi

Vil hava múrin afturfyri longd uppihaldsloyvi
Donald Trump, forseti, hevur boðið demokratunum í Umboðsmannatinginum at leingja uppihaldsloyvið hjá teimum, sum eru komin ólógliga til USA.
Donald Trump
Mynd: savnsmynd  
 
20.01.2019 - 09:24


Amerikanski forsetin Donald Trump segði í nýggjari røðu, sum hann helt fyri amerikanska fólkinum í gjár, at hann er til reiðar at leingja uppihaldsloyvið hjá teimum, ið eru komin um markið til USA sum ung og at geva øðrum, sum eru komin uttan loyvi, eina váttan um, at tey fyribils ikki vera víst av landinum. Tilsamans er talan um eina millión fólk.

Afturfyri vil Donald Trump hava demokratarnar, sum hava meirilutan í Umboðsmannatinginum, at skifta meining og játta honum pengarnar til múrin á markinum millum USA og Mexiko. Talan er um millum fimm og seks milliardir dollarar.

Demokratarnir halda fast um sína støðu

Longu áðrenn forsetin hevði hildið røðuna, søgdu demokratarnir, at flokkurin heldur fast um støðu sína, og umboð floksins fara ikki at játta forsetanum pengarnar til múrin.

Demokratarnir siga, at Donald Trump sjálvur hevur sett tær avmarkingar í gildi, sum forsetin nú sigur seg vilja strika fyri at fáa pengarnar til múrin, og hesum leiki vilja demokratarnir ikki vita av.

Tískil tykist støðan óbroytt, ið hevur havt við sær, at 800.000 almenn starvsfólk í USA ikki hava fingið løn síðani 22. desember.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Langi fríggjadagur: Jonhard Johannese
172801
Fríggjadag 29. mars
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
172963
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799