Estetiskur fimleikur á kvf.fo

Estetiskur fimleikur á kvf.fo
Leygardagin verður fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki í Høllini á Hálsi í Havn, og kappingin verður eisini send á kvf.fo
 
25.01.2019 - 14:02

18 lið úr fimleikafeløgnunum Ljósið, Havnar Fimleikafelag og Støkk kappast leygardagin í bólkunum pinkur, smágentur, gentur, unglingar og kvinnur.

Hetta er fyrsta kapping hetta kappingarárið, so ilt er at spáa um, hvør fer við gullinum í ymsu bólkunum.

Kappingin er tvídeild. Kl. 13 kappast pinkur og smágentur, meðan kappingin hjá gentum, unglingum og kvinnum byrjar kl. 15.

 

Til ber at síggja kappingina her á kvf.fo við at fylgja hesari leinkju

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819