Fólkatalið kvinkað eitt sindur uppeftir

Fólkatalið kvinkað eitt sindur uppeftir
Fólkavøkstur er í fleiri kommunum í Suðuroy, fráflyting er í tveimum øðrum kommunum
Fólkatalið á Tvøroyri er kvinkað eitt sindur uppeftir seinasta árið
 
25.01.2019 - 07:21

Fólkatalið á Tvøroyri er kvinkað eitt sindur uppeftir seinasta árið, skrivar Tvøroyrar kommuna. Seinasta árið eru fleiri flutt til enn frá Tvøroyri. Fólkatalið á Tvøroyri er nú 1721, átta fleiri enn somu tíð í fjør.

Fólkavøkstur hevur eisini verið í fleiri øðrum kommunum í Suðuroynni hetta seinasta árið. Lutfalsliga størsti vøksturin er í Porkeri, har fólkatalið er hækkað við átta, so tað nú búgva 320 fólk har.

Ein lítil fólkavøkstur er eisini í Hovi og Sumba, í Fámjin stendur fólkatalið í stað, meðan færri fólk nú búgva í Hvalba og Vági enn tað gjørdu fyri einum ári síðani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010