Kringvarpið stroymir fimleik í dag

Kringvarpið stroymir fimleik í dag
Kringvarpið stroymir fyrru steypakappingina í estetiskum fimleiki, sum verður í dag.
 
26.01.2019 - 12:14

Fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki verður í Høllini á Hálsi í Havn í dag.

Kringvarpið stroymir kappingina á heimasíðu okkara.

18 lið úr fimleikafeløgnunum Ljósið, Havnar Fimleikafelag og Støkk kappast í dag í bólkunum pinkur, smágentur, gentur, unglingar og kvinnur.

Nú klokkan 13 kappast pinkur og smágentur, meðan kappingin hjá gentum, unglingum og kvinnum byrjar kl. 15. 

Sum sagt, so stroymir Kringvarpið kappingina á heimasíðu okkara. Byrjað verður klokkan 13.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887