Jóhan sáldaður frá

Jóhan sáldaður frá
Jóhan á Plógv Hansen má sita millum áskoðararnar til finaluna móti Norra
 
27.01.2019 - 09:27

Hann kom við uppá avboð, tá fasti vongurin Hans Lindberg varð skaddur, og nú má hann víkja. Danski landsliðsvenjarin hevur í morgun brúkt sína seinastu útskifting í hópinum til at fáa Hans Lindberg, ið er frískur aftur, við í hópin, ið skal spæla HM finaluna í móti Norra í dag.

Beinkinum

Jóhan á Plógv Hansen hevur verið frá byrjan og slapp á vøllin í innleiðandi dystinum. Seinastu 3 dystirnar hevur Jóhan sitið á beinkinum allan dystin, meðan Lasse Svan hevur spælt vinstri vongur. Hans Lindberg hevur verið fastur maður á danska landsliðnum ein mansaldur, og fleiri vænta, at hetta verður hansara seinasti dystur fyri landsliðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851